Kunnu skjótt ala í trimum nýggjum støðum

Kunnu skjótt ala í trimum nýggjum støðum
P/F Bakkafrost Farming hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning til alivirksemi í Kollafirði, á Tangafirði og við økið undir Neslandinum
Bakkafrost hevur fingið góðkenning at byrja alivirksemi í Kollafirði, á Tangafirði og undir Neslandinum
 
05.08.2015 - 09:10

Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at evni, ið nýtt verða í alivirkseminum, ikki skaða umhvørvið. Umhvørvisstovan hevur eisini sett treytir við góðkenningina.

Millum annað skal Bakkafrost Farming gera regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og úrslitini skulu brúkast sum grundarlag undir framtíðarætlanum hjá felagnum.

Slepst ikki undan dálking

Umhvørvisstoavn kann seta forboð fyri at seta fisk út, um talan er um ov stóra dálking. Umhvørvisstovan sigur kortini, at tað ikki slepst heilt undan dálking, eitt nú frá fóðri og skarni.

Eisini kann dálking stava frá heilivági og evnum, ið nýtt verða at verja aliútgerð við, sigur Umhvørvisstovan.

Umhvørvisgóðkenningin hjá Bakkafrosti kann kærast, sambært Umhvørvisstovuni. Kærufreistin er sett til mikudagin 2. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659