Ein loysn verður helst funnin

Ein loysn verður helst funnin
Nógv bendir á, at ein loysn verður funnin á ósemjuni millum manningarfeløgini og reiðaríini hjá Aleks N. Vilhelm og Finnbjørn Poulsen
Nógv bendir á, at ein loysn verður funnin á ósemjuni millum manningarfeløgini og reiðaríini hjá Aleks N. Vilhelm og Finnbjørn Poulsen
 
10.08.2015 - 09:03

Feløgini hava tikið aftur ávaringarnar um at sigla við skipum hjá reiðarínum, tí tey meta seg hava fingið fult innlit í lønarviðurskiftini hjá manningunum.

Talan er um reiðaríini Baglhólm, Ocean Group Faroes, South Pelagic og Sancy Trawl, sum gera út skipini Asbjørn Senior, Tórun K, Pumin K og Beinisvørð.

Manningarfeløgini: Eiga framvegis tvær milliónir

Men manningarfeløgini halda framvegis uppá, at manningin á Asbjørn Senior eigur tvær milliónir krónur til góðar.

Ósemja er við reiðaríið, um tað kann draga keypsprísin fyri kvotur frá hýruni hjá manningini, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.

Formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum hevði ein fund við Aleks N. Vilhelm fríggjadagin um viðurskiftini. Eftir tann fundin væntar Annfinnur Garðalíð, at ein loysn verður funnin fyrsta dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858