Kann verða neyðugt at kappbjóða

Kann verða neyðugt at kappbjóða
Tað kann gerast neyðugt hjá TF Holding at kappbjóða um tey 30 prosentini í Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti nú fer at selja
Hjá TF Holding kann gerast neyðugt at kappbjóða um tey 30 prosentini í Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti fer at selja
 
12.08.2015 - 11:23

Fær Fíggjarligt støðufesti eitt boð, sum er hægri enn boðið hjá TF Holding, fær TF Holding møguleikan at hækka sítt boð.

Ger TF Holding tað, stendur hinum felagnum ella samtakinum, sum bjóðar, eisini í boði at hækka sítt tilboð. Tað kann tí enda við einari kappbjóðing júst sum á einari uppboðssølu.

Fíggjarligt støðufesti veit longu prísin

Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum støðufesti, sigur við Útvarpið, at tey 30 prosentini av partabrøvunum í Eik verða seld tí, sum hevur hægsta boð.

Tað verður gjørt, hóast TF Holding sambært partaeigaraavtalu við Fíggjarligt støðufesti hevur forkeypsrætt at keypa partabrøvini.

SÍ EISINI Fer at kosta statinum milliardir

Hann sigur, at Fíggjarligt støðufesti veit longu nú, hvat TF Holding vil lata fyri partabrøvini. Men kemur eitt boð, sum er hægri enn tað, sleppur TF Holding at hækka sítt boð.

Tey, sum hava hug at keypa tey 30 prosentini av Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur, hava freist til 24. august at boða Fíggjarligum støðufesti frá, at tey kunnu hugsa sær at bjóða.

Ræður um at selja sum skjótast

Henrik Bjerre-Nielsen væntar, at Fíggjarligt støðufesti hevur selt sín part í Eik banka fyri árslok. Fyri Fíggjarligt støðufesti ræður um at selja sum skjótast fyri besta prísin, sigur stjórin.

Sagt varð í 2011, tá TF Holding keypti 70 prosent av Eik, at keypir TF Holding tey 30 prosentini í 2015, kosta tey 293 mió. kr. Um hetta talið hevur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum støðufesti, onga viðmerking.

Íleggjarar, sum ætla at bjóða upp á tey 30 prosentini í Eik, skulu vera góðkendir í Fíggjareftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286