Hyggja at donskum viðurskiftum

bannari
Hyggja at donskum viðurskiftum
Kommunufelagið hevur leitað til Danmarkar eftir sjónarmiðum til orðaskiftið um borgarstjórar í løgtinginum
Kommunufelagið hevur leitað til Danmarkar eftir sjónarmiðum til orðaskiftið um borgarstjórar í løgtinginum
 
12.08.2015 - 08:06

Kommunufelagið skrivar á sínari heimasíðu, at í nývalda fólkatinginum eru 37 kommunustýrislimir. Sagt verður tó ikki, hvussu nógvir borgarstjórar eru í fólkatinginum.

Kommunufelagið endurgevur Roger Buch, val- og kommunalgranskara og granskingarstjóra á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, úr Nyhedsmagasinet danske kommuner.

Roger Buch heldur uppá, at tað kann vera ein fyrimunur fyri ein politiskan flokk, at nógvir kommunalpolitikarar eisini eru í fólkatinginum.

SÍ EISINI 11 borgarstjórar stilla upp - kanska enn fleiri

Tey nývaldu, sum eisini eru kommunalpolitikarar, hava longu nakrar politiskar royndir, sum gera, at tey longu frá fyrsta degi í fólkatinginum kunnu taka við ábyrgd.

Hetta er serliga fyrimunur hjá flokkum í donsku stjórnini, tí tey nývaldu kunnu taka á seg dagliga arbeiðið í fólkatingsbólkinum og í nevndunum.

Tað er eisini ein fyrimunur hjá kommununum at hava fólk í fólkatinginum, tí so fáa kommunurnar at vita í góðari tíð, hvørjar lógir, sum ávirka tær, eru á veg.

Roger Buch ásannar tó eisini, at arbeiðsbyrðan hjá teimum, sum bæði eru í fólkatinginum og í kommunustýri, kann gerast ov stór.

Kann vera ein vansi við óroyndum fólkum

Tað kann eisini vera ein vansi, at flokkarnir ikki fáa fleiri roynd fólk við í politiska arbeiðið, tí somu politikarar eru bæði í kommunustýrum og í fólkatinginum.

Men samanumtikið sigur Roger Buch, at tað kann vera avbera gott fyri kommunurnar at hava nógvar kommunustýrislimir í fólkatinginum.

Tí nógv dømi eru um, at fólkatingið hvørki veit ella fatar, hvussu kommunurnar í veruleikanum virka, skrivar Kommunufelagið á sínari heimasíðu.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlaði at leggja uppskot fyri løgtingið um at nokta fólki at vera borgarstjóri og tingfólk samstundis. Men tað varð av ongum, tí val er skrivað út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161