Løgtingsfólk vilja hava grindalógina broytta

Løgtingsfólk vilja hava grindalógina broytta
Breiður meiriluti er á løgtingi fyri at broyta grindalógina, vísir eitt spurnarumfar, sum útvarpið hevur gjørt millum allar 33 løgtingslimir
Meginparturin av løgtingslimunum halda, at verandi og herda grindalógin eigur at verða broytt, vísir ein spurnakanning hjá útvarpssendingini, Summarmorgun
 
12.08.2015 - 08:31

Skal grindalógin broytast?

Tann spurningin fingu tey 33 tingfólkini, tá útvarpssendingin, Summarmorgun, ringdi til allar løgtingslimirnar týsdagin. Í spurnarumfarinum siga ikki færri enn 28 løgtingslimir, at tey vilja broyta grindalógina.

SÍ EISINI Yvirlit: Tað halda løgtingslimir um grindalógina

Bara tveir løgtinglimir siga seg ikki vilja broyta grindalógina, meðan tríggir tinglimir høvdu atkvøtt blankt, um grindalógin kom aftur til atkvøðugreiðslu.

Tað eru serliga ásetingarnar um fráboðanarskyldu, sum hava fingið løgtingslimir at broyta støðu.

Nógv fokus hevur í summar verið á fráboðanarskylduna og revsingina fyri ikki at boða frá grind, sum er ásett í nýggju grindalógini.

Ferðavinnan hevur funnist at herdu grindalógini

Ferðavinnan hevur verið harðliga ímóti hesi fráboðanarskyldu, sum sambært vinnuni kann styggja útlendsk ferðafólk burtur og harvið skaða ferðavinnuna.

Løgtingið samtykti nýggju grindalógina so seint sum 22. juni í ár. 27 atkvøður vóru fyri, ein ímóti og ein atkvøða var blank.

Nú er løgtingið farið heim. Fleiri tingfundir vera ikki fyrr enn eitt nýtt løgting kemur saman aftur eftir løgtingsvalið 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107