Stremba eftir at føroyingar kunnu fáa arbeiði

Stremba eftir at føroyingar kunnu fáa arbeiði
P/f Eystur- og Sandoyartunlar er til reiðar at tosa við landsstýrismannin, nú funnist verður at felagnum, ið hevur gjørt sáttmála við norskt felag
P/f Eystur- og Sandoyartunlar er til reiðar at tosa við landsstýrismannin, eftir atfinningarnar ímóti felagnum, ið hevur gjørt sáttmála við eitt norskt felag. Myndin er frá arbeiðinum í Viðareiðistunlinum
 
13.08.2015 - 13:46

Nevndin í P/f Eystur- og Sandoyartunlar er altíð til reiðar at tosa við landsstýrismannin ella geva honum eina skrivliga frágreiðing, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður.

Hann vil ikki gera samrøðu við Útvarpið um atfinningarnar móti felagnum, sum hevur gjørt sáttmála við eitt norskt felag um arbeiðið, sum føroyska vinnan sigur, væl kann gerast í Føroyum.

Í gjár segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, við Útvarpið, at hann vil hava eina frágreiðing frá nevndini í felagnum. Bergur Poulsen sigur, at hann hoyrdi í Útvarpinum, at landsstýrismaðurin vil hava eina frágreiðíng.

- Vit eru altíð klár at geva honum eina frágreiðing, munnliga ella skrivliga, sigur Bergur Poulsen við Útvarpið í dag.

SÍ EISINI Gjørt sáttmála við norskt felag um tunlar

Hann sigur, at felagið strembar eftir, at føroyingar og føroyskar fyritøkur fáa so nógv arbeiði sum gjørligt, nú tveir undirsjóvartunlar skulu gerast í Føroyum.

Bergur Poulsen hevur tó onga viðmerking um, at norska fyritøkan Norconsult hevur fingið sáttmála, sum er verdur 34,5 mió. kr., við P/F Eystur- og Sandoyartunlar.

Norconsult hevur fingið arbeiðið, sum sambært felagnum hjá føroyskum ráðgevum saktans kundi verið latið føroyskari fyritøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028