Toppskjúttin byrjar inni

Toppskjúttin byrjar inni
Toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, byrjar inn í EM-undankappingardystinum móti Finnlandi í kvøld
Mynd: faroephoto.com  
 
07.09.2015 - 12:03

Tvær broytingar eru á føroyaska liðnum samanborið við dystin móti Norðurírlandi fríggjakvøldið.

Áleyparin, Jóan Símun Edmundsson, bleiv útvístur og hevur tí leikbann. Klæmint Andrasson Olsen avloysir hann í álopinum.

Hin broytingin er í verjuni. Atli Gregersen hevði leikbann til dystin móti Norðurírlandi, men nú er hann aftur tøkur, og hann avloysir Odmar Færø í miðverjuni.

Føroyska liðið sær soleiðis út:

Gunnar Nielsen Málverji
Jónas Tór Næs Høgri bakkur
Gilli Sørensen  Vinstri bakkur
Sonni Ragnar Nattestad Miðverji
Atli Gregersen Miðverji
Hallur Hansson Sentralur miðvøllur
Fróði Benjaminsen Sentralur miðvøllur
Sølvi Vatnhamar Høgri miðvøllur
Christian Lamhauge Holst Vinstri miðvøllur
Brandur Olsen Álopssinnaður miðvøllur
Klæmint A. Olsen Áleypari

 

Hava spælt fýra ferðir móti Finnlandi:

Hetta verður fimti dysturin ímillum Føroyar og Finnland. Hinar fýra dystirnar hevur Finnland vunnið.

16. november 1994 Helsinki 0-5
26. apríl 1995 Svangaskarð 0-4
31. januar 2000 La Manga (venjingardystur) 0-1
07. september 2014 Tórsvøllur 1-3

Dysturin millum Finnland og Føroyar byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.30

Allan Mørkøre og Helgi L. Petersen eru í sjónvarpsstovuni saman við Solby Christiansdóttir.

Leivur Frederiksen sigur frá dystinum, og Oddbjørn Joensen er viðmerkjari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572