Íslendski ráðharrin loksins svarað Jacob

Íslendski ráðharrin loksins svarað Jacob
Tað var ikki brot á Hoyvíkssáttmálan tá Næraberg í summar ikki slapp eftir grønlendskum fiskimonnum í Íslandi, sigur íslendski ráðharrin
Hoyvíkssáttmálin forðar ikki íslendskum myndugleikum í at nokta skipum sum Nærabergi tænastur, er ein niðurstøða hjá íslendska fiskimálaráðharranum
 
09.09.2015 - 14:32

Hoyvíkssáttmálin forðar ikki íslendskum myndugleikum í at nokta skipum sum Nærabergi tænastur. Tað er ein niðurstøða hjá íslendska fiskimálaráðharranum, sum nú hevur svarað føroyingum.

Tað var ikki brot á Hoyvíkssáttmálan, tá íslendsku myndugleikarnir í summar noktaðu Nærabergi at sleppa í íslendska havn eftir grønlendskari manning, ella at taka menninar umborð uttan fyri íslendska 12 fjórðinga markið.

SÍ EISINI Landsstýrismaðurin bíðar eftir svari úr Íslandi

Tað er svarið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú hevur fingið úr Íslandi. Ísland hevur eina lóg, sum loyvir myndugleikunum har at leggja forðingar fyri føroysk skip, so sum Nærabergi, sum fiska makrel í grønlendskum sjógvi.

Lógin sigur, at útlendsk skip, sum fiska úr felags stovnum, sum eru bæði í íslendskum sjógvi og í øðrum sjógvi, og sum Ísland ikki hevur avtalu um við onnur lond, sleppa ikki í íslendska havn uttan í neyðstøðu. Ein slíkur stovnur er makrelstovnurin.

Ísland ikki við í avtaluni

Ísland er ikki við í avtaluni millum strandarlondini um makrel. Lógin sigur eisini, at skip, sum lógin umfatar, skulu ongar tænastur fáa í Íslandi og heldur ikki innan fyri íslendska 200 fjórðinga fiskimarkið.

Hendan lógin er brúkt móti Nærabergi í ár og í fjør. Onnur lond hava eisini slíkar lógarásetingar, sum eru í samsvari við altjóðarættin, sigur íslendski fiskimálaráðharrin í svari sínum.

Hoyvíkssáttmálin sigur, sambært føroyska Fiskimálaráðnum, at Ísland kann ikki gera mun á føroyingum og íslendingum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sendi tann 23. juli starvsbróðuri sínum í Íslandi bræv.

Íslendska stjórnin til reiðar at samráðast

Hósdagin í síðstu viku, 3. september, svaraði Sigurður Ingi Jóhannsson, ráðharri. Sambært honum og hansara embætisverki er tað, sum hendi Nærabergi ikki brot á Hoyvíkssáttmálan, hóast grønlendsk skip sluppu at landa makrel í Íslandi í summar.

Ísland og Grønland gjørdu eina avtalu um avmarkaða atgongd hjá grønlendskum skipum at landa makrel, sum er fiskaður í grønlendskum sjógvi, í íslendskum havnum.

Ráðharrin sigur, at íslendska stjórnin er altíð til reiðar at samráðast við føroyingar um handilssamband og samstarv um fiskivinnu.

SÍ EISINI Útnorðurráðið viðger málið við Nærabergi

Tað sæst í svarinum frá Sigurði Inga Jóhanssyni, at íslendingar eru sera vónsviknir, tí Føroyar, Noreg og ES í fjør gjørdu eina fimm ára avtalu um makrelin uttan um Ísland og Grønland.

Ber til at finna semju um makrelin, har sum Ísland er við, slepst undan, at útlendsk skip ikki sleppa í íslendska havn, sigur ráðharrin.

Í Fiskimálaráðnum hava tey ikki tikið støðu til enn, um tey skulu svara brævinum úr Íslandi ella, hvat annars skal henda í hesum máli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985