Ikki tikið avgerð um annan flokk - enn

bannari
Ikki tikið avgerð um annan flokk - enn
Annika Olsen, sum í gjár boðaði frá, at hon rýmir úr Fólkaflokkinum, hevur enn ikki tikið avgerð um at fara í annan flokk, sigur hon við útvarpið
- Hetta er ein rímiliga drastisk avgerð hjá mær, og eg skal líka fóta mær aftur, áðrenn eg taki nakra aðra avgerð, sigur Annika Olsen, ið enn ikki hevur tikið avgerð um at fara uppí annan flokk
 
10.09.2015 - 10:10

- Hetta er ein rímiliga drastisk avgerð hjá mær at taka hetta stigið, og eg skal líka fóta mær aftur, áðrenn eg taki nakra aðra avgerð, segði Annika Olsen við útvarpið.

Hon vil sostatt ikki vátta, at hon er á veg í Framsókn, hóast tað hevur ljóðað at hon var á veg í flokkin hjá Poul Michelsen, síðani hon mikudagin boðaði frá, at hon rýmir úr Fólkaflokkinum.

Ein av teimum, sum væntaði at Annika Olsen var á veg í Framsókn, er Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari, sum Góðan morgun Føroyar tosaði við fyrr í morgun.

- Tað kann bara tulkast, sum hon (Annika Olsen, red.) er á veg í Framsókn," segði Eirikur Lindenskov millum annað í samrøðuni í útvarpinum í morgun.

Avgerðin ikki tikin í skundi

Hóast tað kom óvart á øll mikudagin, at Annika Olsen rýmir úr Fólkaflokkinum, varð avgerðin um at rýma úr Fólkaflokkinum ikki tikin í skundi, sigur hon við útvarpið.

- Tað er ikki alt, sum sær dagsins ljós. Eg havi gjørt floksleiðsluna varuga við nøkur ting áðrenn eg tók meg úr Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen.

Hoyr alla samrøðuna, sum Beinta Løwe hevði við Anniku Olsen í tíðindunum klokkan 10, her: Útvarpstíðindi 10:00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558