Stórur áhugi at byggja nýggju ferjuna

Stórur áhugi at byggja nýggju ferjuna
Stórur áhugi er fyri at byggja nólsoyarferjuna, bæði í Føroyum og uttanlands. Strandfaraskip landsins fingu 16 tilboð, og tey vórðu latin upp í gjár
Strandferðslan hevur fingið 16 tilboð uppá arbeiðið at byggja nýggju nólsoyarferjuna
 
11.09.2015 - 08:58

Strandfaraskip landsins upplýsa ikki á heimasíðuni, hvørji tilboðini eru. Men løgtingið hevur latið 50 mió. kr. til nýggju ferjuna.

Strandfaraskip landsins fara nú at viðgera nógvu tilboðini og gera tilráðing til Vinnumálaráðið.

Tá byggingin varð boðin út fyri tveimum mánaðum síðani, varð sagt, at níggju skipasmiðjur, føroyskar og útlendskar, vórðu bidnar um at koma við tilboði.

Nýggja ferjan fer at taka 10 til 12 persónbilar ella tveir tveir lastbilar og fimm persónbilar. Um summarið fer ferjan at taka 170 ferðafólk og 90 um veturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976