Forsetahjúnini vitja í Runavík og Klaksvík í dag

Forsetahjúnini vitja í Runavík og Klaksvík í dag
Fyrrapartin verður vitjað í svimjihøllini í Runavík og á Bakkafrosti á Glyvrum
Íslendsku forsetahjúnini, løgmanshjúnini og formansskapurin í løgtinginum avmyndað í løgtinginum í gjár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.06.2026 - 09:10

Vitjanin hjá íslendsku forsetahjúnunum heldur fram í dag.

Klokkan eitt korter til tíggju verður vitjað hjá SEV í Húsahaga, og klokkan 10 verður farið í Eysturoyartunnilin.

Síðani verður vitjað í svimjihøllini í Runavík og á Bakkafrosti á Glyvrum. 

Á middegi er Runavíkar kommuna vertur fyri miðmála í Garðahúsinum í Søldarfirði.

 

Vinnutiltak í Varpinum

Seinnapartin verður vitjað í Klaksvík.

Klokkan 15 verður íslendskt-føroyskt vinnutiltak í Varpinum, og haðani verður farið at vitja Edward Fuglø, listamann. 

Forsetahjúnini fara eisini at vitja kappróðrarneystið og Rótina (Húsarhaldsskúlan), og í kvøld verður Klaksvíkar kommuna vertur fyri døgurða í Rótini. 

 

Komu í gjár

Halla Tómasdóttir, forseti, og maður hennara, Björn Skúlason, komu til Føroya seinnapartin í gjár.

Av flogvøllinum var farið í Tinganes, har forsetin og Beinir Johannesen, løgmaður, høvdu fund.

Síðani var farið í løgtingið at hitta formansskapin, og í gjárkvøldið var løgmaður vertur fyri døgurða á Hotel Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595