Hann sleppur ikki í Løgtingið

bannari
Hann sleppur ikki í Løgtingið
Heðin Mortensen sleppur. Magnus Rasmussen sleppur. Men Jógvan Skorheim sleppur ikki at vera løgtingsmaður og borgarstjóri í senn
Jógvan Skorheim sleppur ikki at vera løgtingsmaður og borgarstjóri í senn, samtykti Klaksvíkar býráð á eykabýráðsfundi mánakvøldið
 
15.09.2015 - 08:05

Klaksvíkar býráð noktaði á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið at geva borgarstjóranum loyvi til at røkja bæði størvini. Bara tríggjar atkvøður vóru fyri. Átta atkvøddu ímóti.

Eftir fundin kunngjørdi Jógvan Skorheim, at hann heldur fram sum borgarstjóri. Tí kemur Bárður Kass Nielsen, sum er nummar trý á listanum hjá Nýggjum sjálvstýri, í løgtingið.

Bárður Kass Nielsen fekk 69 atkvøður á løgtingsvalinum 1. september. Tiltaksmaður hjá báðum tingmonnunum hjá Nýggjum sjálvstýri er Bjørn á Heygum, sum fekk 57 atkvøður.

Borgarstjórin í Runavík gevst á nýggjárinum

Býráðið í Runavík samtykti einmælt í gjár at loyva borgarstjóranum, Magnusi Rasmussen, at vera bæði borgarstjóri og tingmaður til 1. januar 2016.

Magnus Rasmussen, sum er valdur fyri Sambandsflokkin, boðaði frá dagin eftir valið, at hann gevst sum borgarstjóri á nýggjárinum.

SÍ EISINI Hann sleppur eisini í Løgtingið

Fríggjadagin samtykti Tórshavnar býráð, at Heðin Mortensen kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður.

Býráðið á Tvøroyri hevur ikki enn viðgjørt spurningin, um Kristin Michelsen, borgarstjóri, kann vera bæði borgarstjóri og tingmaður. Tað var hann í farna valskeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329