- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómurin fellur leygardagin
Spenningurin heldur sær enn í effodeildini. Hvørtfall um hvør saman við EB/Streymi skal spæla í 1.deild næsta ár. Og um hvør klárar at samla flest stig saman, sum eru nokk til eitt fjórða pláss í effodeildini.
Fíggjarætlanin og 1,5 milliónir
Í grundini er tað óspennandi um hvør verður nummar fýra í bestu mansdeildini, men støðan er at fjórða plássið gevur felagnum 1,5 milliónir, sum kann hava stóra ávirkan á hvussu feløgini leggja sína fíggjarætlan næsta ár.
Í løtuni er tað HB, sum hevur størri líkindi fyri at fara við fjórða plássinum, men í komandi umfari hevur HB í mun til kappingarneytan, KÍ, ein torførari dyst.
HB tekur í móti FC. Suðuroy á heimavølli, og eftir stigatalvuni at døma eigur HB at vinna á suðuroyingunum. Men mótstøðan leygardagin, FC Suðuroy, hevur eina yvirliving at spæla fyri.
KÍ hevur hevur eisini ein møguleika fyri at vinna fjórða plássið, men hjá KÍ er eitur mótstøðan EB/Streymur, sum einki hevur at spæla fyri, samanborið við móstøðuna hjá HB.
FC Suðuroy og AB hava útsett pínuna til tað ógjørliga
Tað er trupult at taka dagar í millum hvør hevur einfaldasta dystin leygardagin, AB ella FC. Suðruoy. AB tekur í móti NSÍ, sum altíð stendur seg væl í móti argjamonnum. FC. Suðuroy skal í eldin móti HB í Gundadali.
Man kann loyva sær at siga, at liðini skulu gera tað ógjørliga. Men tó, so var FC. Suðuroy sera nær við at fara suður aftur við øllum stigunum í Gundadali á Òlavsøku. Men hesuferð liðini hittast stendur alt uppá spæl fyri báðar partar.
Hinvegin so er uppgávan ikki einføld hjá AB. Mótstøðan NSÍ kann missa annað plássið til Víking, so tí vilja runavíkingar allarhelst gera alt fyri at enda kappingina við tveimum silvureheiðursmerkjum.
AB kann avgera tað
AB hevur tann fyrimunin eins sum HB hevur um striðið um fjórða plássið. AB hevur ráð at bæði tapa og spæla javnt, tí at argjamenn hava 2 stig meira enn FC Suðuroy. Men tað avhongur so av vágbingar ikki vinna á HB. AB kann avgera tað sjálvt við einum sigri ella einum javnleiki, sum so er nokk, tá FC.Suðuroy hevur eina nógv verri málúrtøku.
Her eru úrslitini í 26. umfari
Víkingur-HB: 3-2 (2-0)
1-0 Páll Mohr Joensen,
2-0 Heðin Hansen
2-1 Pól Ingason,
3-1 Sølvi Vatnhama
3-2 Bartal Wardum
EB/ST- TB: 2-2 (2-2)
0-1, Eirikur Magnusarson,
0-2, Jonas G. Hansen
1-2, Andras Olsen
2-2, Rógvi Egilstoft Nielsen
NSÍ-KÍ:4-1 (1-0)
1-0, Pól Jóhannus Justinussen,
1-1 Hjalgrím Eltør
2-1 Pól Jóhannus
3-1 Pól Jóhannus
4-1 Jann Martin Mortensen
FC/S- ÍF: 5-2 (1-2)
0-1, 30 min, Leivur Joensen
0-2 35, min Adeshina Lawal
1-2, 42 min Mamuka Toronjadze
2-2, 60 min Valerian Lobasvili
3-2, 70 min Jón K. Poulsen
4-2, 85 min Jón K Poulsen
5-2, 90 min Jón K Poulsen
B36- AB: 2-2 (1-0)
1-0 Philip Lund 39 min (brotsspark)
1-1 Álvur Christiansen
2-1 Benjamin Heinesen
2-2 Magnus Egilson
Stigatalvan eftir 26 umfør:
1 B36 58 stig
2 NSÍ 51 stig
3 Víkingur 50 stig
4 HB 40 stig
5 KÍ 38 stig
6 IF 27 stig
7 TB 26 stig
8 AB 24 stig
9 FC Suðuroy 22 stig
10 EB/Streymur 11 stig
Hesir eru dystirnir í 27 umfari, sum verður spælt leygardagin kl 14.00
TB-Víkingur
AB-NSÍ
HB-FC Suðuoy
KÌ-EB/Streymur
ÍF-B36