Viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum heldur fram

Viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum heldur fram
Fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, sum byrjaði í løgtinginum í gjár, heldur fram í morgun
Klokkan 9:30 verður tingfundur aftur, og tá verður framhaldandi fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum í Løgtinginum
 
08.10.2015 - 08:33

Tingið kemur saman aftur klokkkan hálvgun tíggju í morgun og tá verður framhaldandi fyrsta viðgerð av uppskotinum. Tølini í fíggjarlógaruppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, eru framskrivað. 

Landsstýrið fer so seinni, helst fyrst í desember, at geva Fíggjarnevndini endaligt uppskot, so Fíggjarnevndin kann seta nýggju tølini í álitið um fíggjarlógaruppskotið.

Ruth Vang úr Framsókn, sum er nýggj forkvinna í fíggjarnevndini, segði ú fyrstu røðu síni í gjár, at høvuðsorsøkin til vánaliga langtíðarhaldførið í búskapinum, er broytta aldursamansetingin í Føroyum, og at politikararnir higartil hava runnið undan hesum veruleikanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666