Fíggjarnevnd biðin um pengar

Fíggjarnevnd biðin um pengar
Hóast nevndin, ið skal viðgera uppskotið hjá landsstýrinum til fíggjarlóg fyri 2016 ikki er farin til verka enn, hevur nevndin fingið fleiri umbønir
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur longu fingið fyrstu umbønirnar um pengar í fíggjarlógini fyri 2016, hóast nevndin ikki enn er farin undir at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum
 
13.10.2015 - 08:39

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur longu fingið fyrstu umbønirnar um pengar í fíggjarlógini fyri 2016, hóast nevndin ikki enn er farin undir at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum.

Kvívíkar kommuna biður um hálva fimtu millión, so Landsverk kann gera arbeiðið at bøta um trygdina á skúlaleiðini millum Stykkið og Kvívík liðugt.

ÍSF biður um 30 mió.

Endamálið við hesum arbeiði er at gera tað tryggari at ganga ella súkkla millum Stykkið, Leynar og Kvívík. Kvívíkar kommuna og Landsverk gera saman arbeiðið, sum kostar 7,5 mió. kr.

ÍSF endurtekur sína umsókn um nógv størri játtan. ÍSF biður um slakar 30 milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2016.

Løgtingið er í heystferiu, og Fíggjarnevndin hevur fund mikudagin í næstu viku. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er biðin um at koma á tann fundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581