Duldi upplýsingar um HPV-vaksinuna

Duldi upplýsingar um HPV-vaksinuna
Sanofi Pasteur MSD, sum framleiðir HPV-vaksinuna, Gardasil, hevur hildið aftur upplýsingum um álvarslig hjáárin
 
26.10.2015 - 17:32


Sanofi Pasteur MSD hevur undirdrivið, hvussu umfatandi POTS er.

FAKTA:

POTS hjáárini eru, at tú eitt tíðarskeið hevur høgan puls, og POTS kann eisini elva til onnur sjúkueyðkenni, eitt nú møði, ovurviðkvæmi, pínu í bringu og vøddum, høvuðpínu og órógv í sjónini.  

POTS er undir illgruna fyri at vera eitt av hjáárinunum av vaksinini. Tað vísa skjøl, sum Radio24/7 hevur fingið innlit í, og sum fevna um brævasamskifti á sumri 2014 millum danska Heilsustýrið og Sanofi Pasteur MSD.

Sambært brøvunum, verður Sanofi Pasteur biðin um at koma við meting av, um POTS kundi vera eitt av hjáárinunum av HPV-vaksinuni Gardasil, sum meira enn 480-túsund kvinnur í Danmark hava fingið. 

Tillagaðu leitingina

Men Sanofi Pasteur gjørdi leitingina soleiðis, at invaliderandi diagnosan, POTS, ikki varð við og sostatt var talið av møguligum hjáárinum lágt.

Heilsustýrið gjørdist varugt við tað, tí at donsku fráboðanirnar um tannáringagentur, sum høvdu fingið POTS, ikki sóust í úrslitinum hjá Sanofi Pasteur MSD.

Fyritøkan leitaði bara uppá trý sjúkueyðkenni, - svimbul, ovurviðkvæmi og hjartabankan. Og við hesum trimum leitiorðunum, verða bara tríggir av 26 tilburðum av POTS funnir, vísur danska heilsustýrið á.

Ymsik áhugamál
Granskingarleiðarin og yvirlækni, Jesper Mehlsen, heldur, at mátin, sum Sanofi Pasteur MSD hevur gjørt, vísur ymisku áhugamáls-stríð millum framleiðaran og heilsustýrið.

- Fyritøkan hevur heilivág, sum hon vil verja, og heilsustýrið hevur nakrar sjúklingar, sum hon vil verja. Og hesi bæði fylgjast ikki, sigur Jesper Mehlsen við Radio 24/7.

Les meira um HPV her: hpvupdate.com


Sambært danska heilsustýrinum hevur Sanofi Pasteur MSD avgjørt at samstarva, og kom, hálvt ár seinni, við stórt-sæð tí, sum mydugleikarnari vildu hava, men Heilsustýrið hevur kortini avgjørt, - saman við heimsheilsustovninum, WHO, at gera sjálvstøðuga og óvilduga kanning av hesum.

Ivast um diagnosuna

Mats Lindberg er yvirlækni og limur í Læknar uttan sponsor. Hann hevur lisið skjølini og sigur, at tað tykist, sum um Sanofi Pasteur MSD roynir at draga tíðina út, men hinvegin kann talan eisini vera um, at fyritøkan ivasom um POTS-diagnosuna.

- POTS er ein sindur bleyt diagnosa, og tað kann eisini vera orsøkin til, at fyritøkan ikki hevur metta hana at vera nakað. Tí reint medisinskt, so er POTS sindur óviss, sigur Mats Lindberg.

Sanofi Pasteur MSD vil ikki gera viðmerkingar til málið, skrivar Radio 24/7.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610