10.000 krónur í bót fyri vanrøkt

10.000 krónur í bót fyri vanrøkt
Ein maður hevur fingið eina bót uppá 10.000 krónur fyri brot á djóraverndarlógina, tá 17 seyðir vórðu funnir deyðir á Sandi á páskum í fjør
Maðurin, sum átti teir 17 seyðirnar, sum vórðu funnir deyðir í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5.apríl, er nú skuldsettur fyri at hava brotið djóraverndarlógina
 
02.12.2015 - 11:56

Maðurin, sum átti teir 17 seyðirnar, sum vórðu funnir deyðir í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5.apríl, er nú skuldsettur fyri at hava brotið djóraverndarlógina.

Hann fekk eina bót uppá 10.000 kr. og hevur goldið bótina, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Bóndin varð ákærdur fyri at hava brotið djóraverndarlógina.

Ikki vist at málið verður fordømi

Bóndin varð ákærdur tí hann fór av landinum, og tískil ikki var nóg væl um seyðirnar, sigur Linda Hesselberg, ákæri hjá løgregluni.

Um bøndur sum missa seyð, tí seyðurin er langt frá húsum í framtíðini kunnu rokna við at fáa bót, er ikki vist. Tað veldst um umstøðurnar, sigur Linda Hesselberg.

Bóndin sum fekk bótina, hevur longu goldið hana, og tí hendir einki meir í málinum, sigur Linda Hesselberg, ákæri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974