Velja umboðsmann í dag

Velja umboðsmann í dag
Løgtingið fer í dag at avgera, um Sólja í Ólavsstovu skal vera Løgtingsins umboðsmaður fimm ár afturat. Semja er ikki í tinginum um at velja hana
Val av Løgtingsins umboðsmanni er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11 í dag
 
02.12.2015 - 08:06

Val av Løgtingsins umboðsmanni er fyrst á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.00. 8.oktober í 2010 varð Sólja í Ólavsstovu afturvald til Løgtingsins umboðsmann til 31.desember í ár.

Tað er komið í drag at velja Løgtingsins umboðsmann fyri næstu fimm árini, tí semja er ikki í løgtinginum um at velja Sólju í Ólavsstovu.

Løgtingsformaðurin ongar viðmerkingar

Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, vil einki siga um málið. Og Sólja í Ólavsstovu hevur heldur ongar viðmerkingar. Men sum skilst er uppskotið, sum verður lagt fyri tingið í dag, at Sólja í Ólavstovu verður vald fyri fimm ár afturat.

Fólkaflokkurin og nakrir í Sambandsflokkinum vilja hava onkran annan í starvið, men samgongan tekur undir við at velja Sólju í Ólavsstovu. Starvið, sum Løgtingsins umboðsmaður kann ikki lýsast leyst.

Løgtingið velur fólk í starvið eftir uppskoti frá formanninum. Tá løgtingið tann 8. oktober í 2010 valdi Løgtingsins umboðsmann atkvøddu 22 fyri, eingin ímóti og heldur eingin atkvøddi blankt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693