Sára Nysted setti aftur føroyskt met

Sára Nysted setti aftur føroyskt met
Sára Nysted hevur sett eitt føroyskt met afturat í norðurlandameistarakappingini í Bergen
 
13.12.2015 - 10:58

Sára Ryggshamar hevur sett nýtt føroyskt met í 400 m. blandað í Norðurlendsku Juniormeistarastevnuni í svimjing, sum  er í bergen.

Sára kom á mál við tíðini 4.50.30, og harvið tók hon eitt gott sekund av sínum gamla metið, sum hon sjálv sett setti á oyggjaleikunum í Jersey í summar.

Svimjing.com skrivar, at tað var ein spennandi kapping, har Sára eitt skifti var á silvurplássi. Hon bleiv tó tikin í teimum báðum síðstu longdunum, tá svomið varð frítt.

Sára, sum svimur fyri Suðuroyar svimjifelag, vann sostatt bronsuheiðursmerki, samstundis sum hon setti nýtt føroyskt met.

Róland Toftum sett juniormet

Róland Toftum úr Suðuroyar svimjifelagi hevur sett nýtt juniormet. Tað gjørdi hann í innleiðandi umfarinum í 200 m. bringusvimjing.

Róland svam teinin við tíðini 2.19.52. Hann átti sjálvur gamla metið á 2.20.10, sum hann setti á HS-stevnuni í november mánaði.

Alvi Hjelm bronsu

Alvi Hjelm vann bronsu í seniorfinaluni í 400 m. blandað. Alvi kom á mál sum nummar trý við tíðini 4.21.26. Tíðin hjá Alva er nýtt persónligt met.

Hann tók heili trý sekund av sínum gamla metið (4.24.25), sum hann svam á oyggjaleikunum í Jersey fyrr í ár.

Føroyskt met í stafettunum

Bæði gentur og dreingir hava sett nýtt føroyskt met í stafettunum.

Genturnar svumu 4x200 m. frí við tíðini 8.29.72. Gamla metið frá 2011 var 8.37.77

Dreingirnir settu eisini nýtt met, tá teir svumu 4x200 m frí við tíðini 7.58.75. Gamla metið var frá heilt afturi í 2006. Tann tíðin var 8.02.75

Góða úrtøku áðrenn síðsta dag

Í dag er síðsti kappingardagurin á skránni, men longu nú er greitt, at føroysku svimjararnir hava klárað seg betri í ár samanborið við í fjør og eisini samanborið við 2014.

Føroysku svimjararnir eru aftur í dag í fleiri finalum. Svimjing.com hevur yvirlit yvir allar finalurnar við føroyskari luttøku

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373