Hópkanningar fyri krabba gevur fleiri diagnosur

Hópkanningar fyri krabba gevur fleiri diagnosur
Fleiri fólk í Danmark hava fingið staðfest krabbamein í tarmunum, eftir at heilsuverkið er farið í gongd við at hópkanna fólk
At heilsuverkið í Danmark er farið í gongd at screena - hópkanna - fyri krabbamein í tarmunum hevur havt við sær, at fleiri hava fingið staðfest krabbamein
 
17.12.2015 - 12:34

At heilsuverkið í Danmark er farið í gongd at screena - hópkanna - fyri krabbamein í tarmunum hevur havt við sær, at fleiri hava fingið staðfest krabbamein.

Tað vísa hagtøl hjá Danska Cancerregisteret, sum júst eru almannakunngjørd. Frá 2013 til 2014 er talið á krabbameins-diagnosum økt 5,8 prosent í Danmark. Tá tosa vit um krabbamein sum heild, og ikki nakað ávíst slag av krabbameini.

SÍ EISINI Færri doyggja hóast fleiri fáa staðfest krabbamein

Men tá hugt verður at teimum ymisku sløgunum av krabbameini, sæst, at talið á tilburðum av krabbameini í tarmi er økt heili 19,6 prosent hetta tíðarskeiðið.

Hetta er eitt prógv um, at screeningsætlanin virkar, og at fleiri fara at gerast frísk av krabbameini, sigur Iben Holten, yvirlækni hjá Danska Krabbameinsfelagnum.

Fólk verða ikki hópkannað í Føroyum

- Tað er gott, at talið økist, tí so varnast vit fleiri tilburðir enn fyrr, og kunnu seta gongd á viðgerðina skjótari. Á tann hátt kunnu vit flyta fleiri yvir í bólkin, sum verða lekt fyri krabbamein, sigur Iben Holten.

Hon sigur, at tey sóu sama vøkstur í tilburðunum, tá tey í 2007 settu í verk mammografi-screening fyri bróstkrabba. Screeningin fyri tarmkrabba fevnir um allar danir millum 50 og 74 ár.

Tað tekur fýra ár at fáa øll í hesum aldursbólkinum ígjøgnum fyrstu ferð, og tí væntar Iben Holten, at talið á nýggjum tilburðum av krabbameini í tarmi fer at vaksa næstu árini. Í Føroyum hava vit ikki screening fyri krabbamein í tarmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815