Løgtingið viðger uppboðssøluna í dag

Løgtingið viðger uppboðssøluna í dag
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at selja uppsjóvarfisk og botnfisk úr Barentshavinum á uppboði
 
17.12.2015 - 07:57

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biður Løgtingið um heimild at selja 10.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 25.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski úr Barentshavinum á uppboðssølu í 2016.

Sambært uppskotinum skulu manningarnar á skipum, sum fiska fiskin, ið verður keyptur á uppboðssølu, ikki rinda part av utreiðslunum fyri kvoturnar.

Manningin skal lønast sambært sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Uppskotið um uppboðssølu umfatar eisini veiðigjøld á uppsjóvarfiski næsta ár.

Óvist um meiriluti er fyri uppskoti

Høgni Hoydal skjýtur upp, at veiðigjaldið á makreli verður eina krónu kilo, 20 oyru fyri svartkjaft og 75 oyru kilo fyri norðhavssild, sum eru 25 oyru meiri enn undanfarin ár.

Veiðigjald verður tó ikki lagt á tann partin av kvotuni, sum verður keyptur á uppboðssølu, og heimaflotin sleppur eins og undanfarin ár undan at rinda veiðigjald.

Í løtuni er ógreitt, um meiriluti er í Løgtinginum fyri tí partinum av uppskotinum, ið snýr seg um uppboðssøluna.

Andstøðuflokkarnir hjálpa ikki samgonguni

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur verið í farloyvi, men hann tekur sæti aftur í tinginum í dag.

Kristin Michelsen segði við útvarpið í gjár, at eingin avtala er gjørd við seg um selja uppsjóvarfisk og fisk úr Barentshavinum á uppboðssølu.

Løgmaður hevur eisini nevnt møguleikan fyri, at tingfólk í andstøðuni fara at atkvøða fyri uppboðssøluni, men tað skilst, at andstøðuflokkarnir ætla ikki at hjálpa samgonguni at samtykkja málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558