Leiklistakvinna fekk virðisløn frá Klaksvík

Leiklistakvinna fekk virðisløn frá Klaksvík
Eyð Matras, leiklistakvinna, fekk í gjárkvøldið Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, 75.000 kr.
Kommunan og vinnan í Klaksvík lata hvørt ár einum listafólki virðisløn.
 
01.01.2016 - 14:18

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði Eyð Matras virðislønina, sum í gjár varð latin fyri triðju ferð.

Jógvan Skorheim segði millum annað, at Eyð Matras hevur lyft listina í Klaksvík upp á eitt yrkisstig.

Kommunan og vinnan

Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, sum býráðið og vinnan í Klaksvík lata eina ferð um árið, varð stovnað í 2013. Tað árið fekk Hanus G. Johansen, vísusangari, virðislønina, og í 2014 fekk Edward Fuglø, myndlistamaður, virðislønina.  

Virðislønin fyri 2015 varð handað í gamla posthúsinum í Klaksvík, sum skal gerast eitt mentanarhús í býnum.

Um Eyð Matras segði Jógvan Skorheim millum annað, at "hon er ein úrmælingur á sínum øki, sum í nógv ár hevur ríkað føroyska mentanararvin, og sum vit eisini vænta at uppliva meira av í framtíðini. 

Hon hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sínari listagrein, og hon hevur lyft listina í Klaksvík upp á eitt yrkisstøði við sínum fantastisku evnum til at rúnarbinda áskoðararnar. 

Hon er ein sannur einari, sum fylgir hjartanum heldur enn streyminum.

Og við einmansavrikum í heimsflokki hevur hon í fleiri umførum gjørt fortíðina livandi fyri okkum, við at sett sjóneykuna á avrik, sum okkara forfedrar hava megnað í gomlum døgum. 

Í hesum høpi hevur hon eisini víst fyrimyndarligar dygdir í at varpa ljós á undangongukvinnur, sum hava slóðað fyri við dirvi og árræði." 

Byrjaði sum teskari

Borgarstjórin segði eisini, at áhugin hjá Eyð Matras fyri sjónleiki vaknaði í Klaksvík. Her tók hon fyrstu fetini fram í móti pallinum sum 15 ára gomul. Tá slapp hon at royna seg sum teskari í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523