Messi aftur heimsins besti

11.01.2016 - 19:38
ÍtrótturFótbóltur
Messi aftur heimsins besti
Lionel Messi hevur vunnið FIFA Ballon d'Or heiðurin fyri fimtu ferð
Mynd: © AFP  
 

Tað, sum tey flestu longu høvdu væntað, var aftur greitt í kvøld. Lionel Messi vann FIFA Ballon d'Or og kann kalla seg heimsins besta fótbóltsspælara.

Messi endaði frammanfyri Christiano Ronaldo úr Real Madrid og liðfelagin Neymar úr FC Barcelona.

- Hetta er ein serlig løta fyri meg, og nógv meira enn eg nakrantíð droymdi um sum barn, segði Messi, tá hann hevði fingið heiðurin.

Eitt sera gott 2015

Eftir at hava staðið í skugganum á Christiano Ronaldo í bæði 2013 og í 2014 var Messi mest eyðsýndi leikarin í 2015.

Hann vann sponsku landskappingina, sponsku steypakappingina og ikki at gloyma størstu evropeisku kappingina fyri feløg, Champions League.

Afturat hesum vann Messi saman við liðfeløgunum í FC Barcelona eisini HM fyri feløg. Messi skoraði fyrsta málið í 3-0 sigrinum á River Plate í finaluni í desember mánaði.

Hin besti nakrantíð

Fleiri vilja vera við, at Lionel Messi er heimsins besti besti fótbóltsspælari nakrantíð, og kanska er tað rætt.

Onnur halda framvegis, at landsmaðurin hjá Lionel Messi, Diego Armando Maradona, eigur munin. Onnur halda, at tað er brasilski Pelé.

Í øllum førum hevur Messi vunnið sær ein heiður afturat, og nú hevur hann vunnið Ballon d'Or tvær ferðir oftari enn nakar annar. FIFA Ballon d'Or vinnarar síðani 1991

1991 Lothar Matthaus Týskland Inter
1992 Marco van Basten Holland AC Milan
1993 Roberto Baggio Italia Juventus
1994 Romario Brasil FC Barcelona
1995 George Weah Liberia AC Milan
1996 Ronaldo Brasil FC Barcelona
1997 Ronaldo Brasil Inter
1998 Zinedine Zidane Frakland Juventus
1999 Rivaldo Brasil FC Barcelona
2000 Zinedine Zidane Frakland Juventus
2001 Luis Figo Portugal Real Madrid
2002 Ronaldo Brasil Real Madrid
2003 Zinedine Zidane Frakland Real Madrid
2004 Ronaldinho Brasil FC Barcelona
2005 Ronaldinho Brasil FC Barcelona
2006 Fabio Cannavaro Italia  Juventus
2007 Kaká Brasil AC Milan
2008 Christiano Ronaldo Portugal Manchester Utd.
2009 Lionel Messi Argentina FC Barcelona
2010 Lionel Messi Argentina FC Barcelona
2011 Lionel Messi Argentina  FC Barcelona
2012 Lionel Messi Argentina  FC Barcelona
2013 Christiano Ronaldo Portugal Real Madrid
2014 Christiano Ronaldo Portugal Real Madrid
2015 Lionel Messi Argentina  FC Barcelona

 

 

 

Sí eisini

13.03.19
92251
07.06.15
42340
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. august
Credo: Nýggjur hirði í Vestmanna
97949
Leygardag 24. august
Vælgagnist
97986
Fríggjadag 23. august
Tingið: Framtakið
97967
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. august
Andglettur - Tjóðveldi
97974
Hósdag 22. august
Andglettur - Framsókn
97938
Týsdag 20. august
Andglettur - Framtakið
97851
Mánadag 19. august
Andglettur - Miðflokkurin
97805