Kommunan vil yvirtaka vegir

Kommunan vil yvirtaka vegir
Fólk, sum eiga ein veg í Tórshavnar kommunu, kunnu nú sleppa av við hann, vilja tey tað
Tórshavnar kommuna býður sær nú til at yvirtaka privatar vegir frá teimum, sum søkja um tað
Mynd: Google Earth  
 
18.01.2016 - 12:30

Fólk, sum eiga ein veg í Tórshavnar kommunu, kunnu nú sleppa av við hann, vilja tey tað. Kommunan býður sær til at yvirtaka privatar vegir frá teimum, sum søkja um tað.

Tá kommunan hevur yvirtikið ein veg, hevur kommunan skyldu til at halda vegin. Kommunan letur ikki pengar fyri privatar vegir, tí kommunan yvirtekur eina skyldu.

Nógv vita ikki av tí

Sambært býráðnum eru nógv, sum ikki vita, at tey eiga ein veg og hava skyldu til at halda hann og til dømis rudda kava av honum.

Okkurt um 440 fólk eiga ein veg ella part av vegi í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni, torshavn.fo

Tórshavnar kommuna kann yvirtaka allar privatar vegir, har fleiri enn eini hús eru, og tá fleiri fólk brúka vegin. Tá alt er talt við, eru 284 km av vegi í Tórshavnar kommunu, 75 km eru landsvegir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751