Ákærdur fyri at eiga grovt barnaporno

Ákærdur fyri at eiga grovt barnaporno
Ein 63 ára gamal føroyingur er ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni og harðdiskum, og fyri at breiða út barnaporno til onnur
Føroya rættur fer nú at viðgera størsta mál av sínum slag í Føroyum. Sambært ákæruritinum hevur maðurin havt 6.485 barnapornografiskar myndir og 14.554 barnapornografisk filmsbrot í varðveitslu
 
26.01.2016 - 17:11

Hósdagin í næstu viku skal Føroya rættur viðgera størsta mál av sínum slag í Føroyum. 

Sambært ákæruritinum hevur maðurin havt 6.485 barnapornografiskar myndir og 14.554 barnapornografisk filmsbrot í varðveitslu. 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava latið fleiri hundrað myndir og nakrar túsund filmar víðari til onnur.

Føroysk IP-adressa

Tað var í oktober 2014, at danska løgreglan kannaði eitt ávíst fíl-deilings-netverk. Millum fleiri brúkarar var ein føroysk IP-adressa, sum júst tá "bjóðaði út" 13 barnapornografiskar filmar. 

Løgreglan í Føroyum kannaði IP-adressuna og fekk 10. november 2014, við loyvi frá rættinum, loyvi at krevja Føroya Tele eftir at út tilfarið hjá føroysku IP-adressuni.

4. desember í 2014 varð húsarannsókn gjørd heima hjá manninum, og hald varð lagt á fleiri teldur og harðdiskar, tí illgruni var um, at barnapornografiskt tilfar var á hesum.

Tríggjar kategoriir

Í rættarligum høpi er barnaporno býtt upp í tríggjar bólkar. 

1. Kategoriin snýr seg um myndir av naknum børnum, har barnið er einsamalt á myndini og eingin kynslig handling er.

2. Kategoriin snýr seg um filmsbrot við kynsligum aktiviteti, har ein ella fleiri persónar hava samlegu ella annað kynsligt samband við eitt barn.

3. Grovasta kategoriin eru filmsbrot ella myndir, har barnið verður neyðtikið og verður sýnt fram at verða í lívsvanda, at børn hava kynsligt samband við djór og at kynsligi aktiviteturin fevnir um børn millum 0 og 3 ár. 

63 ára gamli maðurin er ákærdur fyri fýra brot.

Fyrsta brotið snýr seg um, at hann frá 1. mai 2007 til 4. desember 2014 hevði í varðveitslu 6.485 barnapornografiskar myndir og 14.554 barnapornografisk filmsbrot. Tilfarið er býtt soleiðis:

Kategori 1: 4379 myndir og 4365 filmsbrot.
Kategori 2: 1812 myndir og 9585 filmsbrot.
Kategori 3: 294 myndir og 604  filmsbrot.

Annað brotið snýr seg um at víðarigeva tilfarið í tíðarskeiðnum frá 31. januar 2014 - 16. okober 2014 tilsamans 386 myndir og 2327 filmsbrot, sum onnur kunnu brúka av. Tilfarið er býtt soleiðis:

Kategori 1: 207 myndir og 708 filmsbrot.
Kategori 2: 144 myndir og 1539 filmsbrot.
Kategori 3: 35 myndir og 80 filmsbrot.

Triðja brotið snýr seg um, at hann í tíðarskeiðnum frá 28. september 2014til 3. desember 2014 hevur víðarigivið og latið út til fría nýtslu á fíl-deilings-netverkinum, tilsamans 26 myndir og 729 filmsbrot.

Kategori 1: 13 myndir og 196 filmsbrot.
Kategori 2: 13 myndir og 495 filmsbrot.
Kategori 3: 38 filmsbrot.

Fjórða brotið snýr seg um, at hann tíðarskeiðið frá 3. oktober 2014 til 20. oktober 1014 á sínum bústaði at hava víðarigivið 13 filmsbrot. 

Tilfarið er býtt soleiðis: 9 filmar vóru í kategori 1 og 4 filmar í kategori 3.

Fongsulsrevsing

Maðurin hevur tó ikki framleitt tilfar sjálvur. Ákærin, Linda Hesselberg, sigur, at hon fer at krevja fongulsrevsing

Enn er ikki uppgjørt, hvussu stranga revsing ákæruvaldið fer at krevja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424