Mett at kosta 1,4 milliónir

Mett at kosta 1,4 milliónir
Arbeiðið hjá nevndini, ið skal gera uppskot til at nýskipa fiskivinnuna, fer at kosta 1,4 milliónir krónur. Óvist er um peningurin fer at røkka
1,4 milliónir krónur. Tað er upphæddin, sum er sett av til arbeiðið hjá nevndini, ið skal gera uppskot til at nýskipa fiskivinnuna
 
28.01.2016 - 10:01

1,4 milliónir krónur. Tað er upphæddin, sum er sett av til arbeiðið hjá nevndini. Pengarnir skulu brúkast til samsýning hjá nevndarlimunum, til ráðstevnur og til ferðing, bæði í Føroyum og uttanlands.

Nevndarlimirnir, eisini formaðurin og næstformaðurin, fáa samsýning eftir reglunum hjá Fíggjarmálaráðnum um fundarpengar og koyripengar.

Men haraftrat verða pengar eisini latnir fyri arbeiði hjá nevndarlimunum, sum ikki júst verður gjørt á einum fundi, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Kanska onkur verður parttíðarsettur

Rógvi Reinert sigur, at nevndin eisini hevur møguleikan, at onkur av nevndarlimunum kann setast í parttíðarsett starv næsta hálva árið, til dømis hálva tíð.

Hetta kann nevndin gera, um hon heldur tað gagna arbeiðinum best. Um 1,4 milliónir krónur er nóg mikið, dugir Rógvi Reinert ikki at siga við vissu enn.

Hetta verður greitt, tá nevndin ein av fyrstu døgunum hevur tikið avgerð um, hvussu arbeiðið skal skipast, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234