Neyðugt við eykajáttan

Neyðugt við eykajáttan
Íløgur í havnina í Fuglafirði kosta í ár 10,25 milliónir krónur. Pengarnir komu ikki við í fíggjarætlanina fyri 2016, neyðugt er tí við eykajáttan
Neyðugt er við eykajáttan til íløgur í havnina í Fuglafirði. Pengarnir komu ikki við í fíggjarætlanina fyri 2016
 
05.02.2016 - 10:27

Neyðugt er við eykajáttan til íløgur í havnina í Fuglafirði, tí pengarnir komu ikki við í fíggjarætlanina fyri 2016

Ein kostnaðarmeting sigur, at arbeiðini kosta í ár tíggju milliónir og 250.000 kr. Pengarnir verður tiknar av tí, sum kommunan eigur á bók.

Við eykajáttanini í ár kemur íløgan í havnina í Fuglafirði upp í 21 mió. kr. í ár og í fjør. Talan er um tríggjar íløgur. Øki skulu gerast til Vónina og siloir hjá Havsbrún og bryggja til frystiskip.

Býráðið hevur samtykt eykajáttina, men hon skal hava eina viðgerð afturat í býráðnum. Tann viðgerðin verður 25. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040