Sjóvinnuhúsið til leigu ella sølu

Sjóvinnuhúsið til leigu ella sølu
Bygningurin verður leigaður og seldur í einum, hann verður leigaður í upp í 30 ár
 
12.02.2016 - 10:16

Tórshavnar havn roynir nú at sleppa av við Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju.

Sjóvinnuhúsið er lýst til sølu ella leigu. 

Bygningurin verður leigaður og seldur í einum, hann verður leigaður í upp í 30 ár.

Gólvvíddin er 7000 fermetrar, býttir millum fimm hæddir.

Bygningurin verður liðugt umvældur í summar.

Sjóvinnuhúsið verður ikki selt ella leigað uttan treytir. Siloin skal brúkast til matstovu, ráðstevnur, framsýningar ella annað, har sum almenningurin hevur atgongd.

Annars skal bygningurin brúkast til sjóvinnu, ferðavinnu, gransking, menning ella altjóða samstarv.

Og tey, sum hava hug at leiga ella keypa Sjóvinnuhúsið, hava freist til 7.mars á middegi at boða Tórshavnar havn frá.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328