Støða ikki tikin til asfalteringina

Støða ikki tikin til asfalteringina
Løgtingsmaður vil vita, um tað bíliga asfaltið verður brúkt í tunlinum. Enn er støða ikki tikin til, hvussu Viðareiðistunnilin verður asfalteraður
Landsverk hevur enn ikki tikið støðu til asfalteringina av Viðareiðistunlinum. Væntandi verður loysnin tann, at eitt berandi lag verður lagt á og síðani eitt slitlag
 
18.02.2016 - 15:35

Enn hevur Landsverk ikki tikið støðu til asfalteringina av Viðareiðistunlinum. Men væntandi verður loysnin tann, at eitt lag av heitum asfalti verður lagt á vegbreytina, sum berandi lag, og síðani eitt lag av sproytiasfalti, sum slitlag.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið. Hann vildi millum annað hava at vita, um talan verður um bíliga asfaltið, sum er lagt á ávís vegastrekki í Kalsoynni.

Henrik Old sigur, at umleið hálvur sætti kilometur av vegi skal asfalterast í sambandi við Viðareiðistunnilin, og av hesum eru umleið tveir kilometrar í sjálvum tunlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087