Broytingarnar í hjúnabandslógini framvegis í nevnd

Broytingarnar í hjúnabandslógini framvegis í nevnd
Ætlaða broytingin í hjúnabandslógini, ið loyvir samkyndum at giftast borgarliga, hevur sett seg fasta í Rættarnevndini
 
10.03.2016 - 08:11

Roknað hevur verið við, at broytingarnar fóru at verða lagdar fyri Løgtingið til aðru viðgerð hesa vikuna, men lítið røkist fyri tí.

Allar broytingarnar, ið skulu loyva samkyndum at giftast borgarliga, skulu viðgerast undir einum.

Tí krevst, at báðar nevndirnar, sum hava broytingarnar til viðgerðar, eru lidnar við síni álit. Trivnaðarnevdi hevur skrivað sítt álit, men rættarnevndin er ikki klár.

SÍ EISINI Hjúnabandslógin bleiv jólatrøll men er ikki gloymd

Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkin, ið er formaður í rættarnevndini, sigur við in.fo, at tað framvegis er óvissa um teir spurningar, sum Rættarnevndin viðgerð.

Tí verður tað neyvan fyrr enn í næstu viku, at Rættarnevndin er klár við sínum áliti, sigur Kristin Michelsen, formaður í rættarnevndini.

Spurnarumfar, sum Dagur & vika gjørdi týskvøldið, vísti, at tað er óvist, um meiriluti er fyri at broyta hjúnarbandslógina so samkynd kunnu giftast borgarligt.

Sjey tingfólk ivast

Í løtuni eru 14 tingfólk fyri og 12 ímóti, meðan 7 ivast. Meðan øll tingfólk í bæði Tjóðveldi og Framsókn er fyri, so eru fleiri tingfólk í Javnaðarflokkinum, sum ivast.

Tey eru Heðin Mortensen, Jónleif Johannesen og Kristin Michelsen, sum annars atkvøddi fyri, seinast málið varð viðgjørt í tinginum.

Millum tey í andstøðuni, sum ivast, eru Annika Olsen í Fólkaflokkinum, og Edmund Joensen, Magni Laksafoss og Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373