Viðgerðin av hjúnabandslógini heldur fram

Viðgerðin av hjúnabandslógini heldur fram
Trivnaðarnevndin fer aftur í dag at viðgera broytingarnar í hjúnabandslógini, sum hava til endamáls at loyva samkyndum at giftast borgarliga
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum fer aftur í dag at viðgera broytingarnar í hjúnabandslógini. Kemur uppskotið ikki aftur úr nevndini áðrenn tingið fer til hús flaggdagin, fellur uppskotið burtur
 
29.03.2016 - 07:53

Tá málið var til aðru viðgerð 16. mars, samtykti ein stórur meiriluti í tinginum at beina tað aftur í Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum.

Milum annað tí at ósemja er um, hvussu reglan í hjúnabandslógini um signing í kirkjuni kann tulkast - um samkynd, sum eru vígd borgarlig, eisini kunnu krevja at verða signað í kirkjuni.

SÍ EISINI Broytingarnar í hjúnabandslógini framvegis í nevnd

Ætlanin er, at tingið skal fara til hús flaggdagin, og kemur uppskotið ikki aftur úr Trivnaðarnevndini, áðrenn tingið fer til hús, dettur tað burtur.

Men Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini, hevur sagt við útvarpið, at hon ætlar, at málið um hjúnabandslógina skal leggjast aftur fyri tingið, áðrenn tað fer í summarfrí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375