Sethús brunnu í grund

Sethús brunnu í grund
Eini sethús í Rituvík stóðu ikki til at bjarga tá eldur kom í tey fyrrapartin. Ein eldri maður var einsamallur í húsinum
Eini sethús í Rituvík stóðu ikki til at bjarga tá eldur kom í húsini fyrrapartin
Mynd: Privatmynd  
 
30.03.2016 - 11:56

Fyrrapartin kom eldur í eini sethús í Rituvík. Skálafjarðar Sløkkilið fekk boðini klokkan 10:28. Tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin somikið stórur, at húsini stóðu ikki til at bjarga.

Tað upplýsir Sunnleiv Højgaard, átaksleiðari. Ein eldri maður var einsamallur í húsinum. Hann varð staddur í kjallaranum, tá hann hoyrdi roykvarnaran úr ovaru hæddini.

Maðurin slapp úr húsinum í øllum góðum og fekk boðað sløkkiliðnum frá. Enn er ógreitt, hví eldur kom í sethúsini í Rituvík fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083