Fekk seks mánaðir fyri at smugla hasj

Fekk seks mánaðir fyri at smugla hasj
Føroya rættur hevur dømt ein 60 ára gamlan mann seks mánaðar fongsulsrevsing fyri brot á lógina um euforiserandi evni.
 
22.04.2016 - 10:16

Ein 60 ára gamal maður er dømdur fyri at hava smuglað tvey kilo av hasji inn til Føroya, og fyri at hava ætlanir um at selja hasjið í Føroyum.

Tað var hundurin hjá tollvaldinum, sum á flogvøllinum gjørdi vart við, at okkurt var í viðførinum hjá manninum. Maðurin varð tikin til eyka eftirlit, og tá funnu tolalrarnir tvey kilo av hasji fjalt í viðførinum.

Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan 9 mánaðar fongsul, meðan verjin hjá manninum mælti til 4-5 mánaðar fongusl. 

Dómarin dømdi mannin hálvt árs fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974