Lond skulu samstarva um Panamaskjølini

Lond skulu samstarva um Panamaskjølini
Týskland hava OECD-felagsskapin at standa á odda fyri einum samstarvi, sum áleggur limalondunum at útflýggja hvør øðrum upplýsingar
 
14.05.2016 - 10:29

OECD-felagsskapurin skal standa á odda fyri samstarvi, sum áleggur limalondunum skyldu til at útflýggja hvør øðrum upplýsingar um peningastreym og skattaviðurskifti.

ES-nevndin heldur, at ES-londini missa umleið 1.000 milliardir evrur, tí tað er alt ov lætt at flyta pening tvørtur um landamark, soleiðis at hann endar, har skatturin er lægstur.

Transfer pricing

Fyribrigdið verður nevnt transfer pricing. Fyritøkur keypa vørur frá sær sjálvum og flyta avlopið millum lond. Transfer pricing hevur saman við tí, sum kallast tunnari kapitalisering, eisini verið í sjóneykuni hjá føroyska skattavaldinum hetta seinasta árið ella so.

Tilsamans eru likin 11,5 milliónir skjøl frá advokatfyritøkuni Mossack Fonseca, og tey vísa, at skuffufeløg eru stovnað, sum við strámonnum og -kvinnum hava til endamáls at sleppa undan at gjalda skatt.

Millum teirra, sum eru avdúkað fyri at hava feløg í skattaskjóli, er íslendski forsætisráðharrin, sum noyddist at leggja frá sær. 

Dupultmoralur er ein forðing
Trýstið veksur á amerikansku statirnar Nevada, Wyoming og Delaware fyri at skapa gjøgnumskygni í ognar- og skattaviðurskiftum í vinnulívinum, nú USA og altjóða samfelagið skulu royna at finna hóskandi átøk eftir Panamalekan.

Hetta skrivar ICIJ, altjóða samstarvið fyri gravandi journalistar.

Á antikorruptiónsfundi í London hósdagin ávaraðu umboð úr skattaskjólunum Cayman Islands, Bermuda og Isle of Man um, at dupultmoralurin hjá USA er ein forðing fyri altjóða stigum fram móti størri fíoggjarligum gjøgnumskygni.

USA ger ikki nóg mikið

Vertur fyri fundin var bretski forsætisráðharrin David Cameron, og altjóða leiðarar og embætisfólk tóku lut.

Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry samanbar hóttanina frá hesi korruptiónini við hóttanina frá yvirgangi og heitti á øll um at arbeiða saman fyri at fáa framt gjøgnumskygni.

Men sum nevnt so vórðu kanónirnar vendar móti USA, sum verður lagt undir ikki at gera nóg mikið fyri at basa fíggjarligari spekulatión og skattaundandrátti heima hjá sær sjálvum.

Venda blinda eygað

Forsætisráðharrin á Cayman Islands Alden McLaughlin segði, at um USA og stóru londini einki gera sjálv, so fer allur skuggakapitalurin bara at renna til teirra.

- Stundin er komin til at gevast við hyklinum, sum hevur verið partur av altjóða orðaskiftinum um hetta í fleiri ár. So leingi sum stór lond á altjóða pallinum halda fram bara at peika eftir smáum londum, samstundis sum tey venda blinda eygað til stóru londini, so fara øll átøk at miseydnast, segði hann sambært ICIJ.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870