Samráðast um EFTA-limaskap

Samráðast um EFTA-limaskap
Føroyskur EFTA-limaskapur er á dagsskránni, tá føroyski landsstýrismaðurin hittir norska starvsfelagan í vinnumálum
Føroyskur EFTA-limaskapur er á skránni, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hittir norska vinnumálaráðharran, Elisabeth Aspaker
 
31.05.2016 - 10:23

Føroyskur EFTA-limaskapur er á skránni, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hittir norska vinnumálaráðharran, Elisabeth Aspaker, og Føroyar fara at senda eina umsókn til EFTA um at sleppa at samráðast um limaskap. Tað skrivar Sosialurin.

Norðmenn hava fyrr sagt, at teir taka undir við føroyskari umsókn um limaskap í EFTA, og nú er ætlanin at vita, um Noreg framvegis hevur hesa støðu, sigur Poul Michelsen við blaðið. Ársfundur verður í EFTA seinast í juni.

Í løtuni hevur Sveis formansskapin. Sveisiski formaðurin hevur heitt á Føroyar um at koma við einari formligari umsókn um at sleppa til samráðingar, sum kann viðgerast á ársfundinum, sigur Poul Michelsen við Sosialin.

Ísland formansskapin í 2017

Ísland hevur formansskapin í EFTA næsta ár. Íslendingar hava eisini sagt, at teir taka undir við, at Føroyar fáa limaskap í EFTA.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, legði herfyri frágreiðing um Føroyar og Grønland fyri Fólkatingið. Har stendur, at Føroyar fara at taka upp samband aftur við EFTA um limaskap

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762