Føroysku rennararnir stóðu seg væl í kappingini

Føroysku rennararnir stóðu seg væl í kappingini
Tórshavn Marathon varð leygardagin runnið fyri 14. ferð í allarfagrasta veðri og við metstórari luttøku
 
05.06.2016 - 09:47

200 útlendskir luttakarar vóru av teimum tilsamans 500, ið runnu og gingu heilt og hálvt marathon. Hetta eru tvífalt so nógvir útlendskir luttakarar sum í fjør og Tórshavn Marathon hevur veruliga vakt áhuga millum marathonrennarar uttanlands. 

Føroysku rennararnir stóðu seg sera væl í kappingini og vunnu gullmerki í heilum marathon hjá kvinnum og monnum og í hálvum marahton hjá monnum. 

Úrslitini vóru hesi: 

Marathon menn
1: Martin Gravesen (FO Bragdið) 02:50:24
2: Eirikur Hansen (FO Bragdið) 02:55:56
3: Simon Foss Jensen (DK) 02:57:42 

Hálvt marathon menn
1: Andrias Hansen (FO Bragdið) 01:20:50
2: Simon Messenger (UK) 01:23:52
3: Jónálvur Johannesen (FO) 01:26:02 

Marathon kvinnur
1: Krista Nielsen (FO Bragdið) 03:32:02
2: Lina Karlsson (SE) 03:32:41
3: Ann Thomsen (FO Bragdið) 03:36:16 

Hálvt marathon kvinnur
1: Sara Camille B. Christensen (DK) 01:37:54 
2: Ann-Mari av Skarði (FO Bragdið) 01:47:33
3: Ingrid Hofgaard (FO Bragdið) 01:47:37

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949