- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærir kanska landsstýrismannin

Seinnapartin fer John Rajani á fund við ein løgfrøðiligan ráðgeva at vita, hvørjar møguleikar, hann hevur.
Fríggjadagin kom alment fram, at setanarnevndin metti John Rajani at vera best skikkaðaðan til aðalstjórastarvið.
SÍ EISINI Poul Michelsen vil ikki hava Rajani sum aðalstjóra
Men landsstýrismaðurin við vinnumálum, Poul Michelsen, vildi ikki hava John Rajani. Tí gjørdi løgmaður av at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Løgmaður setur aðalstjórar í samráð við landsstýrismannin í ráðnum. John Rajani vil í dag ikki siga, um hann fer at søkja starvið aftur, ella um hann fer at kæra málið.
- Tað er millum annað tílíkir spurningar, sum skulu vendast hjá einum løgfrøðingi, sigur John Rajani við útvarpið í dag.
Rumbul um setanir verið fyrr
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein aðalstjórasetan er endað í uppreisn heldur enn setan. Seinnu árini eru fleiri aðalstjórasetanir endaðar við politiskum rumbli.
Tá Rúni Joensen, sum hesa ferð situr í setanarbólkinum, var settur sum aðalstjóri í Løgmálaráðnum, var hann ikki fyrsta valið hjá setanarbólkinum.
Men táverandi løgmaður og landsstýrismaður, Høgni Hoydal, valdi Rúna Joensen fram um fyrsta val hjá setanarbólkinum.
Løgtingsins umboðsmaður hevur fyrr átalað
Tá ið Herluf Sigvaldssen varð settur sum aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum, var hann triðja val hjá meirilutanum í setanarnevndini.
Men Herluf Sigvaldssen var fyrsta val hjá landsstýrismanninum tá, Jørgeni Niclasen. Uttanríkisráðið var stutt eftir niðurlagt. Løgtingsins umboðsmaður kom við eini lemjandi atfinning av setanartilgongdini.
SÍ EISINI Politiskar starvssetanir undirgrava rættartrygdina
Felags fyri trupulleikarnar í hesum setanum er, at tær liggja í einari grásonu millum fyrisiting og politikk. Fyrisitingin mælir til og politiski myndugleikin, tað vil siga løgmaður, sum eisini er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki, setur. Ella, sum í hesum førinum, ger av at lýsa starvið leyst.
At setanarbólkurin helt fast um sítt tilmæli, eisini aftaná at Poul Michelsen hevði gjørt vart við, at hann ikki vildi hava John Rajani sum aðalstjóra, kundi bent á eitt valdsstríð millum politiska myndugleikan og fyrisitingina í Tinganesi.
Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Marjuni Hanusardóttir til tíðindini á døgurða. Tí veit útvarpið ikki, um starvslýsingin ella um setanarbólkurin verður hin sami.


























