Eigarapolitikkkur landsins nærkast

Eigarapolitikkkur landsins nærkast
Landið eigur nakrar milliardir í partafeløgum og øðrum ognum. Men eingin yvirskipaður politikkur er um hesar milliardirnar. Hann er nú á veg
Uppskotið um eigarapolitikk landsins og landspartafeløg er sent til hoyringar, og verður latið landsstýrismanninum í vinnumálum hálvan august
 
09.06.2016 - 08:24

Embætismenn í fýra aðalráðum hava gjørt uppskot um eigarapolitikk landsins og landspartafeløg. Uppskotið er sent til hoyringar. Tað verður latið landsstýrismanninum í vinnumálum hálvan august.

Uppskotið umfatar partafeløg og onnur vinnufeløg hjá landinum, sum eru uttan fyri fíggjarlógina og uttan fyri vanligu landsumsitingina.

Eigarapolitikkurin er leiðreglur um samspælið millum avvarðandi landsstýrisfólk, sum er eigari, og leiðslu felagsins. Harafturat eru leiðreglur um leiðsluna í landsins vinnufeløgum.

SÍ EISINI Almennu Føroyar skulu hava ein eigarapolitikk

Uppskot er eisini um kunngerð um at seta í gildi serligu reglurnar í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini fyri landspartafeløg, tað eru partafeløg, har landið hevur avgerandi ávirkan.

Í august í 2014 gjørdu Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir vart við, at tað almenna átti seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum.

Men Føroyar hava ongan almennan eigarapolitikk. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, vóru ráðini tá fyri skjótt tveimum árum síðani.

Setti arbeiðsbólk í 2014

Johan Dahl, landsstýrismaðurin í vinnumálum, lá ikki á boðunum. Hann setti á heysti í 2014 embætisbólk at gera uppskot um eigarapolitikk fyri landið.

Tá Poul Michelsen loysti Johan Dahl av í september í fjør, bað hann embætisbólkin halda fram við arbeiðinum og við sama arbeiðssetningi.

Nú er arbeiðið liðugt, og eftir hoyringina, sum nú er byrjað, verður uppskotið gjørt heilt liðugt og latið landsstýrismanninum í vinnumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974