Landsbankastjórin verður stýrisformaður

Landsbankastjórin verður stýrisformaður
Stjórin í skjótt endurreista Landsbankanum skal vera formaður í stýrinum fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Samhaldsfasta
 
21.06.2016 - 13:27

Tað sæst í lógaruppskoti, ið er sent til hoyringar frá Fíggjarmálaráðnum. Landsbanki Føroya verður settur á stovn í næstum, og yvirtekur eitt nú uppgávurnar hjá Gjaldstovuráðnum.

Virkandi Gjaldstovuráð verður tí niðurlagt, stendur í uppskotinum. Sambært galdandi lóg er stýrisformaðurin í Gjaldstovuráðnum formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta.

Tá ið Gjaldstovuráðið verður niðurlagt, fellur umboðið hjá Gjaldstovuráðnum í stýrinum tí burtur. Fíggjarmálaráðið ætlar, at stjórin í Landsbanka Føroya verður nýggur limur í stýrinum og eisini formaður.

Tá Landsbankin er endurstovnaður, skal hann umsita Samhaldsfasta. Tað vil siga, at frá 1. januar 2017 verður tað Landsbankin, ið umsitur grunnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044