Hann hevði rætt til at kæra

Hann hevði rætt til at kæra
Gunnar í Liða hevði rætt til at kæra avgerðina hjá Skrásetingini, sum gjørdi at hann misti ein formanssess. Vinnukærunevndin vísti málinum frá sær
 
23.06.2016 - 12:39

Men tann rættin misti Gunnar í Liða í somu løtu, hann fór úr nevndini í Ognarfelagi tryggingartakaranna.

Vinnukærunevndin vildi ikki viðgera kæruna hjá honum og tveimum øðrum fyrrverandi nevndarlimum.

Hevði Gunnar í Liða framvegis verið nevndarlimur í Ognarfelagi trygginartakaranna, hevði hann kunnað kært avgerðina hjá Skrásetingini um formansvalið í fjør til Vinnukærunevndina.

Vinnukærunevndin víst málinum frá sær

Men av tí, at Gunnar í Liða ikki longur er í nevndini, kann hann ikki kæra. Og tað sama er galdandi fyri fyrrverandi nevndarlimirnar Jákup Egholm Hansen og Jan Müller.

Tað sigur Vinnukærunevndin, sum hevur víst málinum frá sær. Orsøkin er, sigur Vinnukærunevndin, at Gunnar í Liða, Jákup Egholm Hansen og Jan Müller eru ikki longur í nevndini hjá Ognarfelagnum.

Teir kunnu tí ikki metast at hava slíkan týðandi, individuellan áhuga í úrslitinum av málinum, at teir hava rætt at fáa kæruna viðgjørda. Teir tríggir kærdu avgerðina hjá Skrásetingini at ógilda formansvalið í fjør.

Kravdu formansvalið skuldi ganga umaftur

Tað stóð á jøvnum, so Gunnar í Liða læt sína atkvøðu sum formaður telja dupult, og so bleiv hann formaður. Men Skrásetingin kravdi, at formansvalið skuldi ganga umaftur og avgerast við lutakasti.

Skrásetingin helt uppá, at hennara avgerð var stílað til nevndina, ikki til hvønn nevndarlim sær. Tí er nevndin partur í málinum, ikki hvør nevndarlimur. Og tí kunnu nevndarlimir ikki kæra.

Vinnukærunevndin sigur tó, at avgerðin hjá Skrásetingini hevði beinleiðis ávirkan á formanssessin hjá Gunnari í Liða. Tí hevði hann týðandi og rættarligan áhuga í úrslitinum av eini kæruviðgerð.

Onga rættarliga ávirkan

Gunnar í Liða hevði tí rætt at kæra avgerðina hjá Skrásetingini, sigur Vinnukærunevndin. Men, tað hevur hann kortini ikki, tí hann er ikki longur í nevndini hjá Ognarfelagnum.

Tí hevur hann ikki meiri enn onnur almennan áhuga í at fáa avklárað, um formansins atkvøða er avgerandi, ella lutakast skal vera, tá stendur á jøvnum.

Niðurstøðan hevur onga ávirkan á Gunnar í Líða, hvørki rættarliga, fíggjarliga ella faktiskt á ein slíkan hátt, at hann verður raktur týðandi og individuelt, sigur Vinnukærunevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610