Fleiri gentur verða nú koppsettar

Fleiri gentur verða nú koppsettar
Tað gongur rætta vegin, at fáa foreldur at koppseta gentur móti lívmóðurhálskrabba, vísa tøl, sum Dimmalætting hevur fingið innlit í
 
29.06.2016 - 14:49

Eitt yvirlit hjá hjá Landsapotekaranum yvir HPV-koppsetingar vísir, at tað aftur gongur rætta vegin, at fáa allar 12 ára gamlar gentur í Føroyum koppsettar fyri HPV-virus, skrivar Dimmalætting á heimasíðu sínari.

Gentur fáa tilboð um ókeypis koppseting móti HPV-virus um 12 ára aldur. Sambært blaðnum samsvarar talið av skamtum hjá Landsapotekinum væl við talið av gentum, sum vórðu føddar fyri 10 árum síðani.

Janus Vang, granskari, hevur leingi ávarað um vandarnar tá gentur ikki verða koppsettar. Hann sigur við Dimmalætting, at hetta eru so rá tøl, at tað er ringt at siga nakað fyri vist, men útfrá hesum sær betur út í ár.

Illgruni um ógvislig hjáárin jarðaður

Heilt nógv foreldur settust aftur í 2013, tá illgruni tók seg upp um koppsetingarnar kundu elva til ógvuslig hjáárin, nevnt POTS hjá ungum, annars røskum gentum.

Men fyrr í mánaðinum varð illgrunin endaliga jarðaður, tá 11 danskir læknar í tíðarritinum fyri læknar millum annað vístu á, at lutfalsliga líka nógvar gentur, sum ikki vóru koppsettar, fingu POTS, sum gentur, ið vóru koppsettar.

Læknarnir staðfestu, at einki samband var millum HPV-koppingarevni og sjúkueyðkennini hjá gentunum. Mett verður í Danmark, at koppingarevnið hevur bjargað umleið 270 lívum síðan 2009, tá koppingarevnið kom undir barnakoppingaskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306
Mikudag 13. mai
Manscaping - teknmálstulkað
208302