Bakkafrost keypir Faroe Farming

Bakkafrost keypir Faroe Farming
Í morgin eigur Bakkafrost einsamalt P/f Faroe Farming í Suðuroynni, tá felagið keypir 51 prosent av partabrøvunum í Faroe Farming
Í morgin eigur Bakkafrost einsamalt P/f Faroe Farming í Suðuroynni. Bakkafrost átti frammanundan 49 prosent í Faroe Farming
 
30.06.2016 - 07:56

Bakkafrost keypir 51 prosent av partabrøvunum frá smápartafelagnum Hjalli fyri 75 milliónir krónur. Bakkafrost átti frammanundan 49 prosent í Faroe Farming.

Samstundis letur Bakkafrost tvey aliloyvi innaftur. Tey loyvini eru við Svínáir og í Hovsfirði. Eftir hetta lýkur Bakkafrost framvegis ásetingarnar í alilóggávuni um ikki at eiga meiri enn 50 prosent av aliloyvunum í Føroyum, sigur Bakkafrost í fráboðan.

Trý aliloyvi í Suðuroynni latin innaftur

Faroe Farming hevur trý aliloyvi í Suðuroynni, men nú loyvið í Hovsfirði verður latið innaftur, eru tvey loyvi eftir. Nettosølan hjá Faroe Farming í 2015 var 154 milliónir krónur.

Vinningurin fyri skatt var 10 milliónir. Við árslok í fjør vóru ognirnar verdar 174 milliónir krónur, og eginognin var 80 milliónir krónur. Í fjør vóru 59 ársverk í Faroe Farming.

Í morgin verður Faroe Farming so dótturfelag hjá Bakkafrosti, og á nýggjárinum verða Faroe Farming og Bakkafrost Farming løgd saman. Handilin millum Bakkafrost og Faroe Farming krevur góðkenning frá avvarðandi myndugleikum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980