Undangóðkenning seinkað

Undangóðkenning seinkað
Ivi hevur stungið seg upp um, hvørjar fyritøkur kunnu undangóðkennast til at bjóða uppá Eysturoyartunnilin
Ivi er nú um, hvørjar fyritøkur kunnu undangóðkennast til at bjóða uppá Eysturoyartunnilin. Eitt krav er, at undangóðkendar fyritøkur skulu hava royndir við undirsjóvartunlum
 
04.07.2016 - 13:45

Arbeiðið, at undangóðkenna fyritøkur til at gera Eysturoyartunnilin, er seinkað. Landsstýrismaðurin var á fundi um málið í farnu viku. 

Ivamálið um, hvørjar fyritøkur kunnu undangóðkennast, varð viðgjørt á einum fundi í síðstu viku millum Henrik Old og nevndarformannin í tunnilsfelagnum, Berg Poulsen, sum eisini er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

SÍ EISINI Tunnilsfrágreiðing kemur skjótt

Sambært Henriki Old snúði fundurin seg um, hvørjar fyritøkur sleppa at bjóða uppá arbeiðið, og um krøvini, ið eru sett fyri at sleppa gjøgnum nálareygað.

Fundurin snúði seg millum annað um kravið um, at undangóðkendu fyritøkurnar skulu hava royndir við undirsjóvartunlum. Nógv feløg hava borað tunlar, men fá hava borað undirsjóvartunlar.

Stjórin í tunnilsfelagnum fámæltur

Meira vil landsstýrismaðurin ikki siga, áðrenn málið er avgreitt. Henrik Old vil ikki seta nøvn á eitt nú, hvørjar fyritøkur kenna seg fyri vanbýti og hvørjar sleppa at bjóða.

Bergur Poulsen, nevndarformaður, svaraði ikki uppá fyrispurningar frá útvarpinum í morgun. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum váttar, at undangóðkenningin er seinkað.

Upprunaliga ætlanin var, at hesin spurningur var avgreiddur í juni, tað vil siga seinast í farnu viku. Teitur Samuelsen vil ikki siga, hví undagóðkenninin ikki er endaliga avgreidd, og vísir á, at hon verður avgreidd í hesari vikuni.

Fyritøkur mugu veita ávísa trygd

Undangóðkendu fyritøkurnar sleppa at bjóða uppá samlaða arbeiðið at bora tunnilin í gjøgnum og at gera vegarbeiðið í tunlinum.

Krøvini til undangóðkendu fyritøkurnar eru royndir og fíggjarlig styrki. Fyritøkurnar skulu stilla eina rættiliga stóra upphædd, sum trygd fyri, at arbeiðið kann gerast liðugt um illa vil.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at stríð hevur tikið seg upp um hvør fær stóru og lukrativu sáttmálarnar, sum eru knýttir at arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin.

SÍ EISINI Føroyskir ráðgevar mótmæla

Føroyskir ráðgevar vóru á sumri 2015 vónbrotnir, tá almenna tunnilsfelagið fór av landinum við eini stórari uppgávu, sum eins væl kundi verið gjørd av føroyskum fyritøkum.

Ráðgevarafelagið vísti tá á politiska lyfti um, at so nógv av arbeiðnum sum tilber skuldi gerast av føroyskum fyritøkum. Tað er ikki beinleiðis trupulleikin hesaferð.

Tað er longu greitt, at eingin føroysk fyritøka einsamøll klárar at veita fíggjarligu trygdina fyri at gera arbeiðið einsamalt. Tilboðini frá undangóðkendu fyritøkunum skulu vera inni í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201