Lúka framvegis treytirnar

Lúka framvegis treytirnar
Tríggir peningastovnar í Føroyum verða framvegis mettir vera so týðandi, at fara teir á heysin, fær tað svárar avleiðingar fyri alt samfelagið
BankNordik, Eik banki og Norðoya sparikassi lúka framvegis krøvini til SIFI-bankar, hevur Danska Fíggjareftirlitið staðfest. BankNordik hevði tann størsta javnan í 2015
 
06.07.2016 - 09:57

Teir tríggir SIFI-peningastovnarnir í Føroyum lúka framvegis krøvini til SIFI-bankar. Tað hevur Danska Fíggjareftirlitið staðfest.

Ein SIFI-banki er ein banki, sum verður mettur at vera so týðandi, at fer hann á heysin, fær tað svárar avleiðingar fyri alt samfelagið.

SÍ EISINI Herd krøv til føroysku bankarnar

Tí eru serlig krøv sett hesum bankum. Kemur ein SIFI-banki í trupulleikar, verða átøk alt fyri eitt sett í verk fyri at tryggja, at bankin ikki letur aftur.

Men samstundis eru strangari krøv um kapital sett SIFI-bankunum. Týdningarmiklari bankin er mettur at vera fyri samfelagsbúskapin, størri eru kapitalkrøvini til bankan.

Í Føroyum eru BankNordik, Eik banki og Norðoya sparikassi SIFI-peningastovnar. Danski vinnumálaráðharrin ásetur serligu krøvini til SIFI-peningastovnar.

BankNordik størsta javnan

Krøvini til ein SIFI-peningastovn eru, at javnin er størri enn 13 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, at útlán og innlán eru eru størri enn tíggju prosent av øllum útlánum og innlánum hjá føroysku peningastovnunum.

Sambært Fíggjareftirlitinum hevði BankNordik nógv tann størsta javnan í fjør. Javnin var 110,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, hjá Eik var hann 55,5 prosent og 15,2 prosent hjá Norðoya sparikassa.

BankNordik hevði eisini størstu útlánini í 2015, 45,2 prosent av øllum útlánum í Føroyum. Men innlánini vóru størst hjá Eik banka, 43,5 prosent av øllum innlánum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290