Samlaði kostnaðurin skjótt klárur

Samlaði kostnaðurin skjótt klárur
Um hálvan september verður greitt, hvør veruligi kostnaðurin fyri Eysturoyartunnilin verður. Tá er freistin, at lata tilboðini inn, úti
 
06.07.2016 - 12:26

Samtøkini, sum P/f Eystur- og Sandoyartunlar hava undangóðkent, tað eru samtøkini, sum sleppa at bjóða upp á arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hava freist til hálvan september at lata inn tilboð.

Bergur Poulsen, nevndarformaður, vil ikki siga, hvussu nógv samtøk eru undangóðkend. Hann sigur, at føroyskar fyritøkur eru við í nøkrum samtøkum, men tó ikki í øllum. Samtøkini hava fingið útbjóðingartilfarið, sigur Bergur Poulsen.

Avtala ikki gjørd um fíggingina

Enn er eingin avtala gjørd um fíggingina til undirsjóvartunlarnar. Fleiri samtøk eru áhugað, og eisini her eru føroyskir lánveitarar við í onkrum samtaki.

Metingin sigur, at Eysturoyartunnilin kostar eina milliard krónur og Sandoyartunnilin 865 milliónir krónur. Men hetta er ein meting.

Ikki fyrr enn tilboðini eru komin hálvan september er greitt, hvør veruligi kostnaðurin fyri Eysturoyartunnilin er.

Fyrsta skotið helst í ár

P/f Eystur- og Sandoyartunlar væntar, at fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av í ár. Tá liðugt er at bora Eysturoyartunnilin, verður farið undir Sandoyartunnilin. Tað verður í 2018.

Eysturoyartunnilin kemur upp norðan fyri Hvítanes. Undir munnanum á Skálafjørðinum verður rundkoyring. Frá rundkoyringini fer so annar tunnilin til Runavíkar og hin til Strendur.

Í lógini um tunlarnar báðar er ásett, at Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal. Hestur verður ikki knýttur í tunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980