Tvey fólk handtikin í morgun

Tvey fólk handtikin í morgun
Frammanundan eru fimm fólk handtikin, fýra menn og fyrrverandi kona gerningsmannin sita í varðhaldi hjá løgregluni
Mynd: AP  
 
17.07.2016 - 11:00

Maðurin, sum, við einum lastbili, drap í minsta lagi 84 fólk í Nice, 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej-Bouhlel, hevði tvær ferðir frammanundan verið á Promenade des Anglais við leigaða lastbilinum.

Tað upplýsa vælvitandi keldur innan kanningararbeiðið. Vitjanirnar vóru dagarnar undan álopinum.

Sama kelda sigur, at løgreglan hevur avhoyrt hundraðtals fólk síðani gerningamaðurin pløgdi hundraðtals fólk niður eftir fýrverkið á promenaduni í Nice hóskvøldið.

Fleiri handtøkur

Franska løgreglan hevur í morgun handtikið tveir persónar aftrat í sambandi við yvirgangsatsóknina, sigur franska sjónvarpsrásin, BFM.

Talan er um ein mann og eina kvinnu, upplýsa keldur í rættarverkinum fyri altjóða fjølmiðlum.

Frammanundan eru fimm persónar handtiknir, fýra menn og fyrrverandi kona gerningsmannin sita í varðhaldi hjá løgregluni.

Áheita á franskar patriotar

Frakland kallar 12.000 løgreglufólk inn aftrat, sum skulu styrkja vaktarhaldið á fraklandsmarkinum, veit BBC at siga.

Frakland hevur longu 120.000 løgreglufólk á varðhaldi um alt landið.

Innanríkisráðharrin, Bernard Cazeneuve, heitir harumframt á franskar patriotar um at hjálpa til við at verja landamarkið.

Ivi um, hvør skipaði álopið

Í gjár átók yvirgangsfelagsskapurin, IS, sær ábyrgdina av álopinum. Men ivasamt er, um tað er rætt. Mátin, sum IS orðaði seg í fráboðanini, fær fleiri kanningarfólk at ivast í, um yvirgangsfelagsskapurin er við í hesum.

- Frá tí, sum vit vita, haldi eg ikki, at IS hevur lagt álopið til rættis. Tað er altíð ein farri av opportunismu í fráboðanunum hjá IS, tá tey taka ábyrgd av atsóknum, tað hava vit sæð fyrr, sigur Hans Brun, granskari í yvirgangi, ið er knýttur at svenska verjuháskúlanum og King's College í London.

Propagangaheimasíðan hjá IS, Amaq, skrivaði í gjár, at álopið, sum kravdi 84 mannalív, varð gjørt eftir áheitan frá felagsskapinum.

- Tað mugu vit taka, sum tað er. Mær vitandi eru einki prógv funnið, sum knýtir álopið í Nice og IS saman. Fleiri kanningar skulu gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. mai
Bolero
191709
Sunnudag 11. mai
Guðstænasta í Haldórsvíkar kirkju
191708
Sunnudag 11. mai
Kallið: "Eg eri herprestur".
191424
Leygardag 10. mai
Jambalaja - 100525
191703
Leygardag 10. mai
Upp á tá - 090525
191699
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625