Yvirtøkudagurin nærkast

Yvirtøkudagurin nærkast
Samgongan viðgjørdi hósdagin uppskot um eykajáttanarlóg, nú dagurin, tá fakfeløgini eiga Lív, nærkast. Avhendingardagurin verður helst 1. september
 
22.07.2016 - 09:04

Nú tingið kemur saman aftur um eina viku, fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at biðja um loyvi til at taka pengar fyri Lív, sum landið eigur, men nú fer at selja og geva. Uppskot um eykajáttanarlóg varð viðgjørt á landsstýrisfundinum í gjár.

Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið góðkendu fyrst í juni sáttmálan millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og fakfeløgini í P/f Fakfelag um at keypa upp í 50 prosent av partapeninginum í P/f Lív Holding.

SÍ EISINI Fakfeløgini sleppa nú at keypa Lív

Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50 prosent av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. Avhendingardagurin er ætlaður at vera 1. september. Keypið hevur verið leingi á veg.

Í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at fyrireika seg til at keypa helvtina av Lív, og fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum eitt tilboð. Tilboðið var 35 milliónir krónur.

Løgtingið má geva loyvi

14. desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg í P/f Fakfelag sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur.

Landsstýrið kann tó ikki taka pengar fyri Lív uttan loyvi frá løgtinginum.

Í fyrsta umfari rindar P/f Fakfelag fyri tveir triðingar av Lív, 23,33 mió. kr. 

Pengarnir fara í Búskapargrunnin, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Tað er sambært lógini um grunnin, sum sigur, at pengar, sum landið fær fyri einskiljingar, skulu í grunnin.

Landsstýrið viðgjørdi eisini í gjár onnur lógaruppskot, sum eru á veg í Løgtingið.

Millum annað um fiskidagarnar og ætlanina hjá samgonguni at endurstovna Landsbankan. Landsstýrið ætlar eisini at hækka barnafrádráttin og lestrarstuðulin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817