Sjúkrahússtjóri: Nú kemur ein loysn

Sjúkrahússtjóri: Nú kemur ein loysn
Í skjótt eitt ár hevur verið roynt at seta ein røntgenlækna í starv at kanna kvinnur fyri bróstkrabba. Nú hómast ein loysn, sigur sjúkrahússtjóri
Nú verður ein loysn funnin. Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, um screeningina fyri brótskrabba, ið leingi hava verið í úmbúna
 
24.08.2016 - 19:59

- Nú verður ein loysn funnin. Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, um screeningina fyri brótskrabba, ið leingi hava verið í úmbúna.

Í oktober í fjør søkti Landssjúkrahúsið eftir røntgenlækna at kanna allar kvinnur millum 50 og 69 ár fyri bróstkrabba.

Hetta skuldi gerast fyri at staðfesta tilburðir í góðari tíð, so 25 prosent færri bróstkrabbasjúklingar doyggja.

Ein útlendskur lækni áhugaður

Hóast 10 mánaðir eru lidnir, síðan roynt varð at fáa ein røngtenlækna í starv á fyrsta sinni, er eingin lækni settur enn at gera screeningarnar.

- Men nú er ein onnur loysn á veg, sigur Johnny í Grótinum, stjóri. Hann sigur, Landssjúkrahúsið hevur fingið útlendsk tilboð, sum leiðslan nú skal taka støðu til.

- Avgerðin verður tikin mánadagin, segði Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, við útvarpið í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817