Serlæknafelagið stevnir Fíggjarmálaráðnum

Serlæknafelagið stevnir Fíggjarmálaráðnum
Serlæknafelagið hevur stevnt Fíggjarmálaráðnum. Hjá øllum tænastufólkum, uttan yvirlæknunum, er fráfaringaraldurin 67 ár
Fíggjarmálaráðið kann ikki gera mun á tænastufólkum. Tí hevur Serlæknafelagið stevnt Fíggjarmálaráðnum
 
26.08.2016 - 08:02

Fíggjarmálaráðið kann ikki gera mun á tænastufólkum. Tey eiga øll at hava somu rættindi. Tað er kjarnin í einari stevning hjá Serlæknafelagnum um fráfaringaraldur.

Serlæknafelagið hevur stevnt Fíggjarmálaráðnum, tí hjá øllum tænastufólkum uttan yvirlæknunum, er fráfaringaraldurin 67 ár. Hjá yvirlæknum er hann 70 ár.

Royndi at loysa málið í 2012

Tænastumannalógin sigur 70 ár. Men í 1993 varð sáttmáli gjørdur millum landsstýrið og Tænastumannafelagið um 67 ár. Sambært Fíggjarmálaráðnum er tann sáttmálin ikki galdandi fyri yvirlæknar.

Í sáttmálasamráðingunum í 2012 royndi Serlæknafelagið at fáa 67 ára fráfaringaraldur í sáttmálan, men tað vildi Fíggjarmálaráðið ikki, sambært felagnum.

Umframt grundregluna um, at øll eiga at hava sama rætt, líkheitsprinsippið, sum tað eitur í løgfrøðini, hevur fráfaringaraldurin týdning, tá eftirlønin hjá yvirlæknum skal roknast.

Ein onnur træta eisini

Serlæknafelagið hevur eisini eina aðra óloysta trætu við arbeiðsgevaran. Hon er um yvirtíð. Læknar eiga nógvar milliónir krónur til góðar í yvirtíð.

Á fyrireikandi rættarfundi í gjár varð upplýst, at sáttmálasamráðingar millum Serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið vera í november. Tá er ætlanin bæði at viðgera fráfaringaraldurin og yvirtíðina.

Málið um fráfaringaraldurin kemur tí ikki fyri í rættinum, fyrr enn greitt er, hvat spyrst burtur úr samráðingunum í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678