Trupult at velja jarðhita fram um fjarhita

bannari
Trupult at velja jarðhita fram um fjarhita
Heðin Mortensen sigur seg illa kunna taka undir við, at Glasir skal hava jarðhita, tá býurin hevur eina orkupolitiska heildarætlan við fjarhita
 
27.08.2016 - 13:00

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, setir stór spurnartekin við ætlanina hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at hita Skúladepilin í Marknagili við jarðhita.

- Eg havi sera trupult við at taka undir við einari tílíkari loysn, sum gongur ímóti tí orkupolitisku heildarætlan við fjarhita, ið Tórshavnar Kommuna hevur samtykt og arbeiðir eftir, segði Heðin Mortensen við Útvarpið á middegi.

Landsstýriskvinnan vísir á samgonguskjalið

Landsstýriskvinnan í mentamálum biður tingið um 13,4 milliónir krónur afturat til skúladepilin í Marknagili soleiðis, at bygningurin kann hitast við jarðhita. Landsstýriskvinnan vísir til samgonguskjalið, sum sigur, at allir almennir bygningar skulu hitast við grønari orku.

Rigmor Dam vil hava jarðhita til Glasir, tí hon væntar ikki, at Fjarhitafelagið er ført fyri at veita Glasir hita beinanvegin, tá skúlin verður tikin í nýtslu næsta summar.

Lógaruppskotið hjá Rigmor Dam liggur í løtuni í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025